Klaversnillingurin Alexandro Pirojenko í mentanarhúsinum.Klaversnillingurin Alexandro Pirojenko í mentanarhúsinum 03-03-2010
Sunnudagin 7. mars kl. 16 fer ungi russiski klaverleikarin Alexandro Pirojenko at hava konsert í mentanarhúsinum. Pirojenko er víðagitin og hevur havt konsertir runt um allan heimin. Eisini hevur hann vunnið nógvar altjóða prísir fyri framúrskarandi spæl sítt.
Sunnudagin fer hann her í Fuglafirði at spæla verk eftir pólska tónaskaldinum Chopin og eftir russiska tónaskaldinum Rachmaninoff.
Kostnaður fyri konsertina er kr 100. Musikkskúlanæmingar sleppa inn ókeypis.
| | |
|
|